Runavíkar kommuna væntar at hava 22,5 milliónir í avlopi næsta ár

Runavíkar kommuna væntar at hava 22,5 milliónir í avlopi næsta ár
Skattaprosentið verður óbroytt, men barnafrádrátturin hækkar upp í 11.500 kr.
Runavíkar býráð hevur havt fyrru viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027. Seinna viðgerðin verður 26. november.
 
06.11.2026 - 08:30

Tað er gott fíggjarliga at eiga børn í Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna hækkar barnafrádráttin upp í 11.500 krónur næsta ár.

Í ár hevur bara ein kommuna størri barnafrádrátt.

Tað er Fugloyar kommuna, sum hevur 12.000 kr.

Men Runavík er nummar tvey í ár við 10.500 krónum.

 

Fíggjarætlanin samtykt við fyrru viðgerð

Runavíkar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2027.

Hetta er fyrra viðgerðin. Seinna viðgerðin verður 26. november. 

Avlopið í fíggjarætlanini er 22,5 mió. kr. Inntøkurnar eru 340 milliónir.

Raksturin er mettur at kosta 254 milliónir og 48 milliónir fara til íløgur.

Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 21,5.

Skuldin er nú 55 milliónir krónur niðan fyri skuldarloftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891