- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki heimild at ógilda setanina
Hóast Løgtingsins umboðsmaður staðfesti grundleggjandi feilir, tá leiðari skuldi setast fyri Økistænstuna í Sandoynni, so gera landsstýriskvinnan í kommunumálum og Kommunala eftirlitið ikki meira við málið.
Talan er um eina rættuliga hvassa niðurstøðu frá Løgtingsins umboðsmanni um setanina av leiðara fyri økistænastuna í Sandoynni, har umboðsmaðurin staðfesti álvarslig brek við setanini.
SÍ EISINI Hvassa átalu fyri setan
Einki skrivligt tilfar lýsir setanartilgongdina ella setanaravgerðina, eftirfylgjandi frágreiðingin er ikki nøktandi, segði Umboðsmaðurin millum annað, og bað stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu um at taka málið til nýggja viðgerð.
Umboðsmaðurin sendi eisini landsstýriskvinnuni í kommunumálum niðurstøðuna í heyst. Men landsstýriskvinnan fær onki gjørt, tí ongin lógarheimild er.
Í brævi til Løgtingsins umboðsmann skrivar Innlendismálaráðið, at kommunstýrislógin ikki fevnir um kommunalt samstarv, sum er ásett í aðrari lóggávu.
Innlendismálaráðið fær einki gjørt
Lógin um kommunalu samstørvini ásetir onki um eftirlitsheimildir hjá kommunala eftirlitinum og tí hevur landsstýriskvinnan í kommunmálum ikki somu heimildir fyri hesum samstørvunum, sum fyri kommununm.
- Vit kunnu ikki áleggja stýrinum dagbøtur. Vit hava ikki lógarheimild til tað, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Kommunala eftirlitinum, við útvarpið.
Landsstýriskvinnan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, fyri at broyta lógina, so landsstýrisfólkið fær somu heimildir at seta tiltøk í verk móti kommunalu samstørvunum innan eldraøkið, sum móti kommunustýrunum.
SÍ EISINI Umhugsar at stevna fyri ærumeiðing