Suðuroyar Sjúkrahús manglar eina millión

Suðuroyar Sjúkrahús manglar eina millión
Ein millión kemur at mangla í hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi komandi ár, men ongar uppsagnir verða
 
26.11.2016 - 13:54

Ein millión krónur koma at mangla í hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, um játtanin verður tað, ið stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, sæst í skrivi frá Heilsumálaráðnum til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.

Suðuroyar sjúkrahús hevur greitt frá, at viðvíkjandi játtanini fyri 2017 verður neyðugt at sparingar verða framdar fyri eina millión krónur.

Leiðslan á sjúkrahúsinum arbeiðir við at finna fram til, hvussu hetta kann verða gjørt, men metir longu nú at neyðugt verður at finna hesar innan lønarkarmin, stendur í skrivinum frá Heilsumálaráðnum til Fíggjarnevndina.

Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur við útvarpið, at talan verður ikki um uppsagnir, men at talan verður um náttúrliga frágongd av starvsfólki, og at aðrar sparingar eisini verða gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522