Vakmyndatól skulu ansa jólabýnum

Vakmyndatól skulu ansa jólabýnum
Vakmyndatól verða nú aftur sett upp í miðbýnum í Havn. Tey skulu gera upptøkur av ávísum støðum í miðbýnum
Tórshavnar kommuna bíðar eftir loyvi frá Dátueftirlitinum til at seta vakmyndatól upp í miðbýnum, so fólk ikki gera seg inn ymiskt, kommunan hevur sett upp til jóla
 
02.12.2016 - 09:05

Endamálið við vakmyndatólunum er, at tey skulu vera fyribyrgjandi, soleiðis at fólk ikki gera seg inn á jólatrø og jólabýir hjá kommununi. 

Fleiri dømi hava fyrr verið um herverk á jólatrø, ið eru brotin, og ljósketur stolnar.

Bíða eftir loyvinum

Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og uppklára lógarbrot.

Kommunan hevur biðið Dátueftirlitið um góðkenning, og øll neyðug fyrilit eru tikin til tess at tryggja privatlívið hjá borgarnum.

Tólini verða sett til, tá loyvið fyriliggur, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053