Størri krøv til lærarar

Størri krøv til lærarar
Lærarar skulu í minsta lagi hava náttúruvísindaligu lærugreinina, teir undirvísa í, sum høvuðsfak, heldur PISA-serfrøðingabólkur
Størri krøv skulu setast til lærarar, sum undirvísa í náttúruvísindaligum lærugreinum, heldur ein serfrøðingabólkur. Myndin hevur ikki samband við PISA-kanningar
 
08.12.2016 - 07:45

Størri krøv skulu setast til lærarar, sum undirvísa í náttúruvísindaligum lærugreinum. Tað mælir serfrøðingabólkurin, ið hevur gjørt PISA frágreiðingina fyri Føroyar, til.

Lærarar skulu í minsta lagi hava náttúruvísindaligu lærugreinina, sum teir undirvísa í, sum høvuðsfak, eins og kravt verður í grannalondunum.

SÍ EISINI Pisa kann ikki brúkast í frálæruni

Í londunum kring okkum hava lærarar í náttúruvísindum í miðal munandi hægri útbúgving enn í Føroyum.

- Aðrastaðni er gongdin, at lærarar hava munandi hægri útbúgving enn linjufak og hava ofta masterstig, stendur í føroysku PISA-frágreiðingini.

Nøkur av tiltøkunum, mælt var til í 2006, eru sett í verk, men í mun til náttúruvísindi hava tey ikki altíð hepnast væl.

SÍ EISINI Úrslitið í náttúruvísindum er ikki nóg gott

Ætlanin var millum annað, at lærugreinin heimstaðarlæra skuldi verða partur av náttúru- og tøkni, men í námsætlanunum er als eingin alis- og evnafrøði í heimstaðarlæru.

Serfrøðingabólkurin finst eisini at námsætlanunum í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Tær eru ov grunnar og óneyvar í mun til førleikakrøvini í PISA.

- Sum nú er, seta námsætlanirnar í náttúruvísindum ikki nóg neyv krøv um, hvussu væl næmingarnir skulu kenna evni, háttaløg og ástøði. Tí mugu námsætlanirnar endurskoðast, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096