Nýggja flogfarið hjá Atlantic kemur í kvøld

Nýggja flogfarið hjá Atlantic kemur í kvøld
Sambært yvirlitinum hjá Atlantic Airways kemur flogfarið í Vágar í kvøld klokkan hálvgum ellivu
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways verður í Vágum klokkan 22.15
Mynd: Uni L. Hansen  
 
19.12.2016 - 13:55

Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kemur úr Hamburg í kvøld og ikki í morgin klokkan eitt, sum upprunaliga ætlað. Vánalig veðurlíkindi í morgin eru orsøkin til flytingina. Nýggja flogfarið er størri enn flogførini, sum Atlantic Airways hevur nú. Tað er av slagnum Airbus 320 og tekur 168 ferðafólk. 

Myndakapping
​
Ætlanin er at kunngera, hvør vann navnakappingina hjá Atlantic Airways, í sambandi við, at nýggja flogfarið kemur. Undirtøkan fyri kappingini var góð. 600 uppskot komu, og hvørt uppskot hevur fimm nøvn, tí tað var kravið. Atlantic Airways skal hava fimm nøvn, tí felagið hevur trý flogfør og tvær tyrlur. Og 3.000 nøvn eru komin. 

Í dómsnevndini, sum finnur nøvnini, eru Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Johnhard Mikkelsen í Málráðnum, Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, og Marna Jacobsen, ritstjóri á Bókadeildini hjá Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809