KT-bankaskipanin neyvan aftur til Føroyar

KT-bankaskipanin neyvan aftur til Føroyar
Peningastovnarnir fara neyvan at flyta bankaskipanina heim aftur til Føroya av sínum eintingum
KT-bankaskipanin kemur neyvan aftur til Føroyar
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2016 - 14:18

Hetta er ein av niðurstøðunum í eini greining, sum ein arbeiðsbólkur undir vinnumálaráðnum, hevur gjørt. Hetta stendur at lesa í sosialinum í dag.

Fyri 14 døgum síðani handaði bólkurin Poul Michelsen eitt álit, sum skuldi vísa á fyrimunir og vansar við at taka bankaskipanina heimaftur, umframt, hvussu nógv tað kostar og hvussu tað kann gerast. Í bólkinum sótu Niels Christian Nolsø, fyrrverandi stjóri í Elektron, Bjarki Mohr, peningastovnsserfrøðingur, Alfred Joensen, systemarkitektur og Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum var skrivari.

Peningastovnarnir fluttu bankaskipanina av landinum í sambandi við at teir keyptu bankar uttanlands, og tí er líkt tilk, at teir mugu áleggjast at taka hana heim aftur við lóg, stendir millum annað í Sosialinum í dag. Hetta er eisini ein av vansunum, sum arbeiðsbólkurn vísir á í síni niðurstøðu, tí tað kann vera óheppi at vinnan ikki kann keypa sínar tænastur, har henni líkar best. Hinvegin fer tað at skapa arbeiðspláss og menna KT umhvørvið, um peningastovnarnir taka bankaskipanirnar heimaftur. Flest arbeiðspláss verða, um bankarnir velja at gera eina føroyska loysn, men tað fer eisini at krevja nógv fólk í KT vinnuni um peningastovnarnir velja eina altjóða skipan, sum er roynd frammanundan.

Heimtøkan fer haraftrat at merkja bíligari rakstur fyri peningastovnarnar og hetta kann koma viðskiftafólkunum til góðar. Sum heild verður mett, at ein heimtøka av bankaskipanini havt jaliga ávirkan á menningina av talgildu Føroyum.

Tó eru vansar fyri viðskiftafólk og starvsfólk, um bankarnir skulu umleggja KT skipanina enn einaferð. Tað kann gerast tungt og skapa órógv at gjøgnumføra eina umlegging einaferð aftrat, og tað fer at merkja bæði kundar og tey, sum arbeiða í bankunum. Haraftrat fer tað at kosta bankunum at leggja KT skipanina um einaferð aftrat er niðustøðan í álitinum.

Poul Michelsen landsstýrismaður í Vinnumálum sigur, at álitið er til hoyringar hjá bankunum í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533