Bilar farnir í luftina í Klaksvík

Bilar farnir í luftina í Klaksvík
Í Klaksvík er tekjan á Húsarhaldsskúlanum farin, og fleiri blivar eru tiknir av hvirlum
Bilur liggur á takinum á Kjalarvegi í Klaksvík
 
25.12.2016 - 16:46

Eins og aðrastaðni í landinum mælir tilbúgvingarleiðarin í Klaksvík fólki frá at fara út.

Á Kjalarvegnum í Klaksvík eru fleiri bilar tiknir av hvirlum. Eisini er tekjan á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík farin.

Á Vestara armi á Skálafjørinum stenidir eisini illa til. Eitt seyðahús stendir til at fara í lufta inni á Glyvrum, og Vilhem Olsen innsatsleiðari mælir øllum til at halda seg innandura.

Á Kambsdali er bygningurin hjá KJ Hydraulik farin í luftina og liggur og sløðist á vegnum í Kambsdali.

Jón Klein Olsen varapoliti inspektørur mælir sum heild fólki um alt landi at halda seg innandura, tí nógv tilfar flýgur í luftini eftir skaðarnar lítla jólaaftan.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297