Nevndin verður nú sett

Nevndin verður nú sett
Eitt tað fyrsta, nevndin í Landsbankanum skal gera, er at søkja eftir stjóra til bankan
Hósdagin verður nevndin í Landsbankanum sett. Tey, sum skulu tilnevna fólk og varafólk í nevndina fingu freistina at koma við nøvnunum longda til í morgin
 
27.12.2016 - 13:36

Hósdagin verður nevndin í Landsbankanum sett. Tey, sum skulu tilnevna fólk og varafólk í nevndina fingu freistina at koma við nøvnunum longda til í morgin.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Eitt tað fyrsta, sum nevndin skal gera, verður at lýsa eftir stjóra til Landsbankan.

Gjaldstovuráðið takast av

Sjey fólk vera í nevndini í Landsbankanum. Fakfeløgini skulu tilnevna eitt umboð, arbeiðsgevararnir eitt, kommunurnar eitt, Fróðskaparsetrið tvey, og landsstýrið skal velja tvey umboð í nevndina.

Nevndin skipar seg sjálv. Landsbankanum stendur í boði at halda til í Fíggjartúni á Argjum, har sum Fíggjarmálaráðið var. Í bygninginum á Argjum er størsta vitanin á fíggjarøkinum.

Tá Landsbankin verður stovnaður, verður Gjaldstovuráðið tikið av.  Gjaldstovuráðið hevur virkað, síðani Landsbankin varð tikin av sum stovnur í 2012.

Kunngerðin gerast áðrenn 1. juli

Váðaráð Føroya skal eisini setast á stovn. Men tað verður ikki fyrr enn í vár ella móti sumri.

Sambært lógini um Landsbankan og Váðaráðið skal landsstýriskvinnan gera eina kunngerð um Váðaráðið fyri 1. juli 2017.

Við teirri kunngerðini fer tann parturin av lógini, sum er um Váðaráðið, at virka. Lógin um Landsbankan kemur í gildi 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858