- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanin hækkað men ikki dagførd
Játtanin er hækkað. Men hon er ikki dagførd. Fýra milliónir krónur ov lítið eru settar av til lønarhækkingar í ár.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, fegnast um, at løgmaður í røðu sínari nýggjársaftan nevndi týðandi arbeiðið hjá pedagogunum at vera um børnini.
Men ein triðingur av limunum í Pedagogfelagnum, stívliga 600 fólk, arbeiða hjá Almannaverkinum. Játtanin til teirra arbeiði er hækkað 18 milliónir í ár.
Men lønarhækkingarnar kosta 22 og ikki 18 milliónir krónur. meira í ár, sigur Jógvan Philbrow. So har eru fýra milliónir ov lítið. Harafturat eru nógvir bygningar í ringum standi og illa egnaðir.
30 fleiri fulltíðarstørv
- Tað er undarligt, at tað yvirhøvur ber til at hava virksemi í teimum, og at fólk skulu búgva í teimum, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Tað undrar tí felagið, at játtanin til Trivnaðartænastuna ikki verður dagførd.
Tær 254 milliónir krónur, sum eru í fíggjarlógini í ár, eru ætlaðar stovnum og tænastum til 218 fastbúgvandi fólk, 25 stovnsplássum fyri børn og ung, 200 vaksnum, sum hava brúk fyri stuðli, 90 børnum, sum hava brúk fyri stuðli ella øðrum tilboði, 50 umlætingarplássum og 168 verkstaðarplássum.
Fulltíðarstørvini í Trivnaðartænastuni fara úr 606,5 í fjør upp í 636,5 í ár.
Skulu allir føroyingar eiga lut í felagsskapinum, sum løgmaður tosaði um nýggjársaftan, má politiski viljin eisini vera tann, at játtanin til Trivnaðartænastuna er soleiðis háttað, at endamálið við henni kann røkkast, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.