Stórt fráfall á útbúgvingum

Stórt fráfall á útbúgvingum
Alsamt fleiri lesa á Fróðskaparsetrinum, men bara ein brotpartur kemur út aftur við einum prógvi í hondini
Bara ein brotpartur av teimum, sum fáa tilboð um hægri lesnað á Setrinum, fullføra útbúgvingina og fáa prógv í hondina.
 
11.01.2017 - 12:47

Talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum er tvífaldað tey síðstu fimm árini, og nú lesa 1.000 fólk á Fróðskaparsetri Føroya.

Men bara ein brotpartur av teimum, sum fáa tilboð um hægri lesnað á Fróðskaparsetrinum, fullføra útbúgvingina og fáa prógv í hondina.

Sí grafikkin niðanfyri

Á nøkrum útbúgvingum koma tey flestu ígjøgnum og fáa prógv, á øðrum kemur bara ein lítil brotpartur ígjøgnum. Tað vísir eitt yvirlit, Løgtingið fekk undir fíggjarlógarviðgerðini stutt fyri jól.

Í grafikkinum niðan fyri sært tú, hvussu nógv fólk ávikavist vórðu upptikin og hvussu nógv fingu prógv á Fróðskaparsetrinum frá 2011-2016.

Greinin heldur fram niðanfyri

Kelda: logting.fo

Grafikkur: Ljósablátt: Upptikin á útbúgvingini. Myrkablátt: Fingu prógv

Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni. Ymiskt er, hvussu nógv eru upptikin frá ári til ár, og har útbúgvingarnar eru uppraðfestar síðstu árini, ganga nøkur ár áðrenn nýggju næmingarnir koma ígjøgnum skipanina.

Av somu orsøk fáa tølini ikki ávaringarlampurnar at blinka hjá rektaranum á Fróðskaparsetrinum. Men Sigurð í Jákupsstovu ásannar, at á summum útbúgvingum er fráfallið alt ov stórt.

Tað sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya í sendingini, Radarin, sum vit senda í útvarpinum seinnapartin klokkan 17:05, har tú kanst hoyra meira um evnið.

Sambært tølunum hjá Fróðskaparsetrinum vóru 450 lesandi á Setrinum í 2011, í dag er talið 1.000. Fróðskaparsetrið hevur ikki ein greiðan málsetning fyri, hvussu stórt fráfallið í mesta lagi má vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286