Norðurlendsk eftirlitsskipan ikki nøktandi

Norðurlendsk eftirlitsskipan ikki nøktandi
Danska stýrið fyri sjúklingatrygd hevur síðsta hálvtannað árið tikið avgerðir í 62 eftirlitsmálum um læknar. Øll londini vórðu tó ikki ávarað
Fleiri avgerðir eru síðsta hálvtannað árið tiknar um læknar, sum ikki skulu virka í Norðurlondum, men boðini, ið skuldu fara út til øll Norðurlondini í samstarvinum, fóru ongantíð út. Myndin hevur ikki samband við nakað ítøkiligt mál
 
17.01.2017 - 14:17

Umframt at hava tikið loyvið at virka frá 17 læknum, hevur stýrið givið 18 læknum fakliga ávaring, hert eftirlitið við 26 læknum, og avmarkað loyvið at virka hjá einum lækna. 

Tað skrivar Dagens Medicin. Í november vendi Helsetilsynet í Noregi sær til Danska Stýrið fyri sjúklingatrygd, og gjørdi vart við, at tey ikki vórðu kunnað um hetta.

Tað vísti seg, at danska heilsustýrið heldur ikki hevur kunnað hini Norðurlondini. Í einum brævi til svenska heilsustýrið umber danska Stýrið fyri sjúklingatrygd mistakið.

Eingin í Føroyum

Stýrið fyri sjúklingatrygd var sett á stovn í 2015 fyri at bøta um sjúklingatrygdina, tí fyrrverandi eftirlitsmynduleikin, hevði eitt ringt umdømi.

Orsøkin var, at fleiri mál vóru um læknar, sum vóru meldaðir, men framvegis sloppu av virka sum læknar. Í Føroyum er tað Landslæknin, sum hevur eftirlit við virkandi læknum.

Ongin av teimum 17 læknunum, sum hava mist loyvið at virka, arbeiða í Føroyum í løtuni, sigur Henrik L. Hansen, landslækni, við útvarpið.

Føroyar brúka donsku skipanina

Henrik L. Hansen sigur eisini, at hann hevur havt atgongd til upplýsingarnar um tey 62 málini síðani avgerð er tikin í teimum.

- Landslæknin er danskur myndugleiki, og brúkar somu skrásetingarskipan sum Danska stýrið fyri sjúklingatrygd, sigur Henrik L. Hansen, landslækni í Føroyum.

- Tí vóru upplýsingarnar um teir 62 læknarnar, sum Danska stýrið fyri sjúklingatrygd hevði viðgjørt, tøkir beinavegin, tá avgerðirnar vórðu tiknar, sigur Landslæknin.

Føroyar uppí skipanina í gjør

Hini Norðurlondini hava aðrar skrásetingarskipanir og høvdu tí ikki hesar upplýsingar, sigur Henrik L. Hansen.

Í fjør fór Danmark, og sostatt eisini Føroyar, uppí eina evropeiska skrásetingarskipan: IMI, har londini í Evropa binda seg til at boða frá avgerðum, sum eru tiknar í eftirlitsmálum um læknar.

Í Føroyum eru í miðal fimm eftirlitsmál um læknar virkin í senn, sigur Henrik L. Hansen. Eitt mál verður meldað til Landslæknan, ið síðani lýsir málið, og sendir tað til Danska stýrið fyri sjúklingatrygd, ið tekur avgerð í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221