Løgregluátak í náttarlívinum riggar væl

Løgregluátak í náttarlívinum riggar væl
At løgreglan er sjónlig og er til staðar hevur fyribyrgjandi virkna, halda tey á løgreglustøðini í Havn. Einki harðskapsmál hevur verið í ár
 
22.01.2017 - 09:56

Átakið hjá løgregluni um at vera sjónligari í náttarlívinum riggar væl. Tað halda tey á løgreglustøðini í Havn. Heilt stutt snýr tað seg um at vera til staðar og vera sjónlig, tá skeinkistøðini lata aftur og fólk savnast á gøtunum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun greiðir frá, at hóast nógv fólk vóru í býnum í høvuðsstaðnum í nátt, var einki harðskapsmál. Sambært teimum hava tey einki harðsskapsmál í høvuðsstaðnum higartil í ár. Í fjør høvdu tey tíggju harðsskapsmál um somu tíð.

Eitt amboð, løgreglan brúkar oftari nú enn fyrr, er at geva bøtur. Hetta er fyri brot á politiviðtøkurnar, so sum at vísa ófantaligan atburð yvirfyri løgregluni, men eisini um tú órógvar løgregluna, tá tey royna at gera sítt arbeiði. Tað var tað ein, ið fekk bót fyri í nátt. Tá løgreglan tók hann til síðis, vildi viðkomandi ikki upplýsa hvør hann var - og so fekk hann eina aðra bót á 750 krónur.

Annars hevur løgreglan kanna skeinkistøð í høvuðsstaðnum og Norðurøkinum í nátt, men har var alt sum tað skuldi vera.

Eisini kannaðu tey bilar - í Norðurøkinum var ein tikin, sum koyrdi bil í frákoyringartíðini. Tað merkir, at hann hevur havt koyrikort, men hevur mist tað í eitt tíðarskeið - og nú hann var tikin at koyra bil meðan hann einki koyrikort hevði, kann hann rokna við eini stórari bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604