25 vilja vera tilbúgvingarsamskipari

25 vilja vera tilbúgvingarsamskipari
Málið er at seta starvið innan tríggjar til fýra vikur, sigur aðalstjórin í Fiskimálaráðnum
 
31.01.2017 - 12:37

25 umsóknir eru komnar til nýggja starvið sum tilbúgvingarsamskipari. Starvið er í Fiskimálaráðnum, sum eisini fevnir um tilbúgvingarmál.

Samskiparin skal, vegna landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum, tryggja samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving. 

Viðkomandi skal eisini standa fyri lógar- og kunngerðasmíði og orða nýggjar reglugerðir og leiðbeiningar.

Millum høvuðsuppgávurnar hjá samskiparanum er eisini at tryggja, at lýsing av allari tilbúgvingini altíð er tøk, ment og dagførd, og harafturat skal samskiparin gera greiningar av ábyrdarbýtinum millum ymsu partarnar.

Í lýsingini sigur Fiskimálaráðið seg vilja hava ein persón, sum umframt viðkomandi útbúgving og starvsroyndir eisini hevur góð evni at síggja virkisøkið í síni heild, samstundis sum viðkomandi hevur evni at fara í smálutir, tá ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað.

Í Fiskimálaráðnum fara tey nú at viðgera tær 25 umsóknirnar til starvið sum tilbúgvingarsamskipari. 

- Málið er at seta starvið innan tríggjar til fýra vikur, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576