Fyribyrgja ferðsluruðuleika í Havn

Fyribyrgja ferðsluruðuleika í Havn
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at ferðslan á Varðagøtu skal vera einvegis um morgunin
Trýstið er nú so stórt á Varðagøtu í Havn um morgnarnar, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at ferðslan skal vera einvegis ein tíma hvønn morgun gerandisdagar
 
02.02.2017 - 13:49

Trýstið er nú so stórt á Varðagøtu í Havn um morgnarnar, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at ferðslan skal vera einvegis ein tíma hvønn morgun gerandisdagar.

Hvønn morgun fara oman fyri 300 børn í Sankta Frans skúla og onnur 200 børn skulu í dagstovn ella í forskúla, sum er við síðuna av.

Sett í verk í februar

Tí fer kommunan at seta upp klokkustýrd vegaskelti við Varðagøtu, so bert verður loyvt at koyra omaneftir frá klokkan 7:30 til 8:30 hvønn morgun frá mánadag til fríggjadag.

Klokkustýrda talvan verður sett upp við vegamótið Sjúrðargøta/Varðagøta, og er hetta fyrsta skipanin av sínum slag í Tórshavnar kommunu.

Skipanin við einvegis ferðslu verður sett í verk í februar, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, torshavn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482