Sambandsflokkurin leggur sítt fram

Sambandsflokkurin leggur sítt fram
Løgtingið fer kanska taka støðu til tvey uppskot um fiskivinnunýskipan í vár
 
02.02.2017 - 09:17

Sambært Sosialinum í gjár ætlar Sambandsflokkurin at leggja sítt uppskot fram, um semja ikki fæst við samgonguna um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við Sosialin, at Sambandsflokkurin hevur treytað sær í samráðingunum við Høgna Hoydal, at fæst ikki semja um fiskivinnunýskipanina, skulu tingfólk í samgonguni taka undir við, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum verður lagt fram, hóast farið verður út um seinasta framløgudagin 7. mars.

17 undirskriftir mugu til

Fyri at uppskot kann leggjast fram eftir seinasta framløgudag, krevjast undirskriftir frá 17 tingfólkum, so Sambandsflokkurin hevur brúk fyri undirskriftum úr samgonguni.

Ikki verður sagt í samrøðuni við Sosialin, um Høgni Hoydal og samgongan hava játtað at hjálpa Sambandsflokkinum eftir 7. mars.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at brúkar Sambandsflokkurin alla tíðina at samráðast við samgonguna, eru ikki stundir at gera floksins egna uppskot klárt at leggja fyri tingið.

Tí má flokkurin hava tær 17 undirskriftirnar eftir 7. mars, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221