Seinasta kvinnan avhoyast í dag

Seinasta kvinnan avhoyast í dag
Rættarmálið ímóti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inná 12 kvinnur, er aftur fyri í Føroya Rætti í dag
 
03.02.2017 - 12:25

Í dag er triðseinasti dagur í rættarmálinum, og tann seinasta av teimum 12 kvinnunum verður avhoyrd kl.13.

Í øllum 12 førunum er talan um brot á grein 150 og 232. Grein 150 snýr seg um, at persónur í almennari tænastu misnýtir sína støðu - í hesum førinum at kommunulæknin er farin út um sínar heimildir.

Seinna greinin er 232, sum snýr seg um "blufærdighedskrænkelse", altso blygdanarskemd.

Í einum føri er tó talan um aðrar ákærur móti læknanum. Hann er ákærdur fyri at hava tvingað eina kvinnu til aðra kynsliga samveru enn samlegu. Her er talan um brot á grein 224 og 217.

Rættarfundir í hesum máli hava verið mánadagin og týsdagin í hesi vikuni. Hetta er sætti dagurin, Føroya Rættur brúkar uppá málið.

Tá rættarfundurin í dag er av, eru bara tveir dagar eftir. Tað er mánadagin og týsdagin, tá procedura er á skránni. Dómur fellur væntandi eina viku eftir tað, tað vil siga umleið hálvan februar.

Kommunulæknin noktar seg sekan í øllum ákærum. Verður hann dømdur, er hann egnaður til vanliga revsing og samfelagstænastu. Tað staðfesta persónskanningar av honum, sum ákærin tók fram á opnum rættarfundi fyrr í vikuni.

Rættarfundurin í dag er fyri afturlatnum hurðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523