Til Íslands eftir pengum

Til Íslands eftir pengum
Pengarnir, sum íslendingar savnaðu inn til føroysku bjargingarfeløgini eftir jólaódninar, verða handaðir í Reykjavík í dag
 
03.02.2017 - 12:58

Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi í Føroyum, eru farnir til Íslands eftir teimum 350.000 krónunum, sum íslendingar savnaðu inn í samband við ódnarveðrið um jólini.

Pengarnir verða handaðir á føroysku sendistovuni í Reykjavík í dag. Samstundis verða tvær yvirlýsingar gjørdar um samstarv millum Reyða kross í Føroyum og Íslandi og millum bjargingarfeløgini í londunum báðum.

Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharri, og Petur Peterson, sendimaður, halda røður í Sendistovuni í dag. Í morgin hevur forsetin í Íslandi boðið fólkinum til Bessastaðir.

Innsavningin gav 5 milliónir og 755.000 krónur íslendskar, og hetta svarar til 350.000 føroyskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391