Vilja aftur til pappír og blýant

Vilja aftur til pappír og blýant
Felagið Heim og skúli heitir á Mentamálaráðið og Nám um at steðga við talgildum royndum í eina tíð
 
03.02.2017 - 16:01

Í skrivinum heitir felagið á Mentamálaráðið og Nám um at steðga við øllum talgildum royndum, og brúka blýant og pappír í eina tíð, meðan orka verður løgd í at finna neyðugar loysnir.

Tað kann ikki góðtakast, at skipanin svíkir ferð eftir ferð. Næmingar, sum hava glett seg til royndirnar, verða vónbrotnir og sleppa ikki at gera sítt besta. Og næmingar, sum hava stúrt fyri royndunum, fáa staðfest, at royndir eru ikki ein góð uppliving, sigur Heim og skúli.

Felagið sigur, at fleiri fyrimunir eru við talgildum royndum, bæði hjá næmingum og lærarum, og eingin ivi er um, at hetta er vegurin fram. Men hesir fyrimunir verða ikki nóg væl uppvigaðir av teimum vansum, sum hava staðist av talgildu royndunum seinastu árini.

Heim og skúli heldur, at í løtuni eru bara tveir kostir at velja ímillum: Annaðhvørt at leypa landsroyndina í ár um, ella at brúka eina loysn, sum riggar: - Stendur valið ímillum at gera enn eitt hol í royndarrøðina, ella at fara aftur til gomlu skipanina, so eru vit ikki í iva: Gott í tykkum, brúkið pappír og blýant eina tíð, meðan orka verður funnin at finna neyðugar loysnir, skrivar nevndin í Heimi og skúla í áheitanini til Mentamálaráðið og Nám.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567