Nevndin loksins fullmannað

Nevndin loksins fullmannað
Nývalda nevndin í Landsbankanum fer í næstu viku at skipa seg, tá nevndin eisini fer at søkja eftir stjóra til bankan
Nývalda nevndin í Landsbankanum fer nú til verka. Eitt tað fyrsta, nevndin skal gvera, er, at søkja eftir stjóra
 
10.02.2017 - 15:16

Endiliga er nevndin í Landsbankanum fullmannað. Tummas Eliasen, kommunustjóri í Klaksvík, umboðar Kommunufelagið.

Fíggjarmálaráðið hevur eisini góðkent, at Jógvan Kruse, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu, er tiltakslimur hjá Tummasi Eliasen.

Tvey varafólk eru eisini funnin fyri upprunaligu varafólkini hjá Fíggjarmálaráðnum. Tey tóku við beinanvegin, tí báðir nevndarlimirnir hjá Figgjarmálaráðnum sluppu ikki at vera har fyri útlendsku arbeiðsgevarum sínum.

SI EISINI Vil hava nýtt tilmæli

Fyri tey komu Matthea Hilduberg og Edward Heen í nevndina. Varafólk hjá teimum eru Hans Ellefsen og Eyðfríð Juanna Schrøter Joensen.

Hini í nevndini hjá Landsbankanum eru Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig, Kristoffur Laksá og Jan Otto Holm.

Nevndin hevur fund í næstu viku. Tá fer endiliga at bera til hjá nevndini at skipa seg. Nevndin skal eisini søkja eftir stjóra til Landsbankan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595