Stríðsflogfør tætt við Føroyar

Stríðsflogfør tætt við Føroyar
Tvey bumbuflogfør úr Russlandi flugu hósdagin millum Hetland og Føroyar í meira enn fimm tímar
Tvey Tupolev Tu-160 stríðsflogfør flugu hósdagin so tætt við bretska loftrúmið, at bretar sendu flogfør eftir flogførunum. Stríðsflogførini vóru eisini tætt við Føroyar
 
10.02.2017 - 16:39

Bretska Royal Airforce, RAF, sendi í gjár Typhoon stríðsflogfør avstað, eftir at russisk hernaðarflogfør flugu nærindis bretskum luftrúmi.

Typhoon-stríðsflogførini lættu frá RAF Lissiemouth-støðini í Moray og úr Coningsby í Lincolnshire, skrivar BBC News.

Bóru skjótt at

Tvey Tu-160 BlackJack bumbuflogfør úr Russlandi flugu millum Hetland og Føroyar í meira enn fimm tímar, skrivar blaðið, The Independent.

- Allar flúgvingar hjá russiska flogvápninum fylgja neyvt altjóða reglum um at brúka neutralum luftrúm og hav, og uttan at fara um markið til onnur lond, skrivar The Telegraph, sum endurgevur russiska verjumálaráðið

Fjølmiðlar hava endurgivið talsmann fyri RAF, sum váttar, at Bretland bar skjótt at og sendi Typhoonstríðsflogfør avstað, tá alarmurin kom um, at tvey bæði Blackjack bumbuflogførini vóru í økinum, sum Bretland hevur áhuga fyri.

Fýra fráboðanir síðstu tvey árini

- Russisku flogførini flugu tó ongantíð inn í bretskt luftrúm, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Franska flogvápnið sendir tvey Mirage-hernaðarflogfør avstað at fylgja russisku bumbuflogførunum til fronsku strondina. 

Sponsk hernaðarflogfør varnaðust seinni flogførini úr Russlandi. Síðstu tvey árini eru fýra fráboðanir komnar um russisk hernaðarflogfør út fyri fronsku strondina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365