Fingið loyvi at røkja bæði størvini

Fingið loyvi at røkja bæði størvini
Tvøroyrar býráð gav í gjár borgarstjóranum loyvi til at vera í tveimum fulltíðarstørvum. Hann er nú bæði borgarstjóri og løgtingsmaður
Kristin Michelsen er nú bæði borgarstjóri og løgtingsmaður
 
14.02.2017 - 10:00

Sambært kommunustýrislógini skal kommunustýrið geva loyvi til at víkja frá regluni um, at borgarstjóri, sum er borgarstjóri fulla tíð, ikki hevur onnur størv.

Í býráðnum á Tvøroyri vóru fýra fyri, at borgarstjórin eisini er løgtingsmaður, tveir býráðslimir atkvøddu ikki og ein atkvøddi imóti.

Tríggir borgarstjórar eru í Løgtinginum, Kristin Michelsen á Tvøroyri, Jógvan Skorheim í Klaksvík og Pauli Trond Petersen í Vestmanna.

Annika Olsen í Tórshavnar kommunu hevur sjálv avgjørt at fara úr Løgtinginum, meðan hon er borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523