Fólkatalið nærkast 50.000

Fólkatalið nærkast 50.000
Fólkatalið í Føroyum fer upp um 50.000 longu í mars, heldur gongdin síðstu vikurnar fram
Longu einaferð í mars fer fólkatalið í Føroyum upp um 50.000, ið er søguliga stórt. heldur gongdin síðstu vikurnar fram
 
14.02.2017 - 11:52

Nú búgva 49.884 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 740 fólkum í fjør, og so stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ári síðani 2001.

Tað vísa tøl frá Hagstovuni, sum eisini geva ábendingar um, at fólkatalið í landinum skjótt fer at seta met, heldur verandi gongdin fram.

Verður gongdin næstu vikurnar, sum hon hevur verið, verður fólkatalið í Føroyum 50.000 - kanska longu í mars.

Burðaravlopið stórt

Nettotilflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 439. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var 301 fólk.

Nettotilflytingin í Føroyum hevur ikki verið so stór síðani 2001, og burðaravlopið hevur ikki verið størri síðani 2004.

Ikki síðani 1980 hevur verið so lítil fráflyting, sum í fjør. 1173 fólk fluttu av landinum í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531