Lestrarplássini verða ikki færri

Lestrarplássini verða ikki færri
Hóast nógvir nýútbúnir lærarar ikki fáa arbeiði sum lærarar í fólkaskúlanum, vil landsstýriskvinnan ikki, at færri sleppa at læra til lærara
Landsstýriskvinnan í mentamálum ivast í, um tað er skilagott at minka um talið á læraralesandi, sum Lærarafelagið heldur
 
14.02.2017 - 08:08

Hóast nógvir nýútbúnir lærarar ikki fáa arbeiði sum lærarar í fólkaskúlanum, vil landsstýriskvinnan í mentamálum ikki, at færri sleppa at læra til lærara. 

Rigmor Dam er ikki samd við Lærarafelagið, sum sigur, at í staðin fyri at taka so nógv inn í læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini á Fróðskapasetrinum, eigur partur av orkuni at verða brúktur til eftirútbúgving.

Eftirútbúgvingin styrkjast

Rigmor Dam sigur við Skúlablaðið, at vit eiga at styrkja eftirútbúgvingina, uttan at skerja atgongdina til læraraútbúgvingina. Vit skulu hava bæði eftirútbúgving og læraraútbúgving, sigur landsstýriskvinnan.

- Vandin við at hava færri læraralesandi er, at tú missir meira fyri minni, til dømis kontinuitetin, sum er so sera umráðandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið.

- Eg haldi, at tað hevði verið virðiligari, um Lærarafelagið ikki mælti til at avmarka atgongdina til læraraútbúgvingina fyri at satsa upp á førleikamenning, sigur hon.

Fá fáa fast starv

Ein kanning hjá Lærarafelagnum vísir annars, at helvtin, 13 av 26, sum fingu læraraprógv seinasta summar, fingu starv í eitt skúlaár, átta fingu einki starv og fýra fingu bara arbeiði í stutt tíðarskeið.

Og bara fýra av teimum 21, sum fingu prógv í 2015, hava fingið fast lærarastarv. Rigmor Dam vísir afturímóti til Búskaparráðið, ið sigur, at 300 lærarar fara frá árini 2014-2024.

Tí ivast hon í, at tað er skilagott at minka um talið á læraralesandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576