Stuðla føroyskari grønmetisframleiðslu

Stuðla føroyskari grønmetisframleiðslu
400.000 krónur eru játtaðar í løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 til at stuðla grønmetisframleiðslu í Føroyum
 
14.02.2017 - 15:15

Nú ber til at søkja um stuðul til grønmetisframleiðslu. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 eru játtaðar 400.000 krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Játtanin er liður í ætlanunum hjá landsstýrinum um nýggjan landbúnaðarpolitikk, har eitt av málunum er at økja um framleiðsluna av dygdargóðum føroyskum landbúnaðarvørum, harundir at framleiða grønmeti.

Tað skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni. Búnaðarstovan umsitir játtanina, og evsta mark at søkja um stuðul til grønmetisframleiðslu er 27. februar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392