Nú verður fyrsta skotið latið av

Nú verður fyrsta skotið latið av
Týsdagin verður fyrsta skotið latið av við munnan í Eysturoyartunlinum. Tað verður á Strondum klokkan 14:45
Maskinurnar til Eysturoyartunnilin komu til landið herfyri. Nú verður fyrsta skotið latið av
Mynd: Savnsmynd/Sjóvar kommuna  
 
17.02.2017 - 09:46

Tað verður ikki sum tað plagdi at vera elsta fólkið í bygdini, sum trýstir á knøttin, men Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum skjýtur fyrsta skotið.  

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlum, halda røður.

Partafelagið vil fegið hava nógv fólk til hátíðarhaldið, tí Ternan siglir av Havnini inn á Strendur og aftur til Havnar eftir hátíðarhaldið.

Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið á Strondum og aftur til Ternuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436