Vilja byggja 106 serbústaðir

Vilja byggja 106 serbústaðir
Ein politiskur flokkur skjýtur upp at byggja nýggjar bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Suðurstreymi fyri 212 milliónir krónur
Lítið og einki er bygt síðstu 40 árini. Tí skjýtur Miðflokkurin upp at gera 106 nýggjar bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað fólk í Føroyum
 
02.03.2017 - 09:43

Miðflokkurin hevur skotið upp at byggja 106 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Suðurstreymi næstu fýra árini fyri til samans 212 milliónir krónur, tá innbúgv og útgerð er íroknað.

Bústaðirnir skulu vera sjálvstøðugar búeindir, 35 til 60 fermetrar til støddar, við egnari inngongd, køki og baði.

Jenis av Rana og Bill Justinussen siga í viðmerkingunum til uppskotið, at sambært almannaverkinum eru bústaðarviðurskiftini hjá menningartarnaðum og teimum við breki so nógv afturúrsigld, at skal stigið verða nøktandi og virðiligt, er neyðugt við 212 milliónum kr.

Einki bygt síðstu 40 árini

Serliga eru tað umstøðurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymi, sum eru út av lagi vánaligar, tí har er lítið og einki bygt, síðani Eirargarður varð tikin í nýtslu fyri 40 árum síðani.

Miðflokkurin heldur ikki, at tað er ein góð loysn at umvæla Eirargarð fyri 25,5 milliónir krónur, tí sjáldan heldur prísurin, tá gamalt verður umvælt. 

Umvælingin av Eirargarði kann lættliga fara at nærkast teimum 40 milliónunum, tá avtornar. Og tað er at spilla pening burtur at brúka 30-40 milliónir krónur til ein bygning, ið ætlanin er bara skal brúkast í fá ár, sigur Miðflokkurin.

Bíðilistin til vardan bústað í Suðurstreymi er 106 fólk, og tá eru tey, sum búgva í sambýlum, ikki tald við, sigur Miðflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313