Dylan fær heiðurslønina um vikuskiftið

Dylan fær heiðurslønina um vikuskiftið
Hátíðarhaldið var í desember, men ikki fyrr enn nú fær heimskendi sangarin og sangskrivarin Nobel-heiðurslønina
Bob Dylan fer um vikuskiftið at taka ímóti Nobel-heiðurslønini í bókmentum, sum honum varð tillutað á hátíðarhaldi í Stokkhólmi í desember
 
29.03.2017 - 15:36

Bob Dylan fer um vikuskiftið at taka ímóti Nobel-heiðurslønini í bókmentum, sum honum varð tillutað á hátíðarhaldi í Stokkhólmi í desember í fjør, upplýsir Svenska akademiið.

Ein av treytunum, fyri at kunna fáa peningin, 6,2 milliónir krónur, sum fylgir við Nobel-heiðurslønini, er, at vinnarin skal halda ein fyrilestur tá heiðurslønin verður móttikin.

SÍ EISINI Bob Dylan hevur skund

Óvissa hevur valdað um peningaligu gávuna, tí Svenska akademiið ikki hevur hoyrt frá Bob Dylan í fleiri mánaðir. Nú er greitt, at heiðurslønin verður handað um vikuskiftið, váttar akademiið.

- Svenska akademiið og Bob Dylan hava avgjørt at hittast um vikuskiftið. Vit fara at handa honum heiðurslønina og ynskja honum til lukku, sigur Sara Danius, frá Svenska akademinum, sambært Ritzau.

Bob Dylan fer at spæla tvær konsertir í Stokkhólmi um vikuskiftið. Umboð fyri Svenska akademiið verða við til konsertina, og fara at handa honum skreytbrævið fyri Nobel-heiðurslønina í bókmentum 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532