Nýggj nevnd í Atlantic Petroleum

Nýggj nevnd í Atlantic Petroleum
Tveir føroyingar og ein breti manna nú trímannanevndina í partafelagnum Atlantic Petroleum
 
29.04.2017 - 14:46

Aðalfundur var í felagnum í gjár, og tá vórðu Birgir Durhuus og fyrrverandi enski orkumála-ráðharrin, Charles Hendry, valdir í trímanna-nevndina hjá føroyska partafelagnum, saman við Ben Arabo, stjóra.

Birgir Durhuus hevur verið í nevndarformaður í felagnum fyrr, meðan Charles Hendry umboðar London Oil and Gas, sum hevur lænt Atlantic Petroleum pengar.

Nýggj nevnd

David A. MacFarlane, sum var formaður, Jan Eiden Müller og Knud Hans Nørve, stóðu fyri vali, men nevndin skeyt upp at velja Charles Hendry, Birgir Durhuus og stjóran í felagnum, Ben Arabo, í nevndina.

Seinastu tvey árini hava verið turbulent hjá felagnum, m.a. orsakað av lágum oljuprísum. Felagið hevði hálvja miljard krónur í halli í fjør. Á aðalfundinum í gjár varð samtykt, at yvirskotið í 2016, 12 mió. kr. eftir skatt, verður flutt til næsta roknskaparár, sum er 2017.

Umleið 7.000 partaeigarar eru í Atlantic Petroleum, av teimum er umleið helvtin føroyingar. Flestu partaeigararnir búgva í Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221