Tvey uppskot um grundlóg

bannari
Tvey uppskot um grundlóg
Grønlendingar binda um heilan fingur, nú uppskot verða gjørd um grundlóg og stjórnarskipan
 
01.05.2017 - 08:05

Tí tvey uppskot skulu gerast, eitt fyri Grønland í ríkisfelagsskapinum og undir donsku grundlógini, og eitt fyri sjálvstøðugt Grønland, ein grønlendskan stat.

Sambært blaðnum Sermitsiaq skulu uppskotini vera liðug um tvey ella trý ár. Sjey politikarar eru í bólkinum, sum ger uppskot um grønlendska stjórnarskipan og grundlóg.

Hálv sætta millión krónur eru settar av til arbeiðið í ár og tað sama næsta ár. Vivian Motzfeldt í flokkinum Siumut er forkvinna í bólkinum, sum skal gera uppskot um stjórnarskipan og grundlóg. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717