Selja fleiri bilar í Grønlandi

Selja fleiri bilar í Grønlandi
Tað gongur væl í búskapinum, og eftirspurningurin eftir billánum er vaksandi, sigur Grønlandsbankin
 
06.05.2017 - 13:33

Fleiri nýggir bilar verða seldir í Grønlandi, og tað er tekin um, at tað gongur betur búskaparliga, sigur Grønlandsbankin.

Í fjør vórðu seldir 321 nýggir bilar í Grønlandi, og tað eru 7,7 prosent meira enn árið fyri, vísa tøl hjá grønlendsku hagstovuni.

Peter Petersen, privatkundastjóri í Grønlandsbankanum, sigur við grønlendska kringvarpið, at eftirspurningurin eftir fígging at keypa bil er vaksin, og tað er tekin um, at fólk hevur meira um pening um hendur.

Keypa smáar bilar

- Nógv verður bygt, tað gongur væl í fiskivinnuni, og prísurin er góður. Tað merkir, at inntøkan er vaksin, og fleiri hava fulltíðarstarv, sigur privatkundastjórin í Grønlandsbankanum.

Bilsølurnar siga, at áhugin fyri smáum bilum er vaksin. 30 prosent fleiri smáir bilar vírðu seldir í fjør enn í 2015.

Sambært grønlendsku hagstovuni batnaði handilsjavnvágin eina milliard og 274 milliónir krónur í fjør samanborið við árið fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558