Bussleiðin í Sunda kommunu nógv brúkt

Bussleiðin í Sunda kommunu nógv brúkt
Umleið 500 brúkarar í Sunda kommunu brúka ókeypis bussleiðina
 
07.05.2017 - 11:25

Ókeypis bussleiðin í Sunda kommunu verður nógv brúkt. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Bussleiðin hevur koyrt síðani á nýggjárinum, og tøl hjá kommununi vísa, at higartil hava slakir 2.000 brúkarar nýtt bussleiðina. Hetta svarar til áleið slakar 500 brúkarar um mánaðin.

Tað var í fjør, at býráðið samtykti at seta á stovn ókeypis bussleið millum bygdirnar.

2017 er royndarár og til viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2018 skal býráðið taka støðu til, um tilboðið skal halda fram, stendur á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938