Søvnini eru ov ósjónlig

Søvnini eru ov ósjónlig
Meira má gerast til tess at Fornminnissavnið og bygdasøvnini verða sjónligari í samfelagnum
 
07.05.2017 - 12:10

Fornminnissavnið og bygdasøvnini eru ov ósjónlig, og nógv fornminni eru ikki kannað ella hildin viðlíka.

Tað stendur í niðurstøðuni í tilmælinum um ferðavinnu, sum er handað landsstýrismanninum.

Bólkurin, ið hevur gjørt tilmælið heldur, at tørvur er á, at lands- og bygdasøvn samskipa sítt virksemi og virka fyri hægri dygd á søvnunum kring landið. 

Somuleiðis er neyðugt at seta størri orku av til kunning, skelti og annað.

Tað er ein bólkur við starsvfólkum úr uttanríkis- og vinnumálaráðnum, umboðum fyri kunningarstovurnar, kommunurnar og onnur, ið hevur skrivað heildarætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576