Søkja nú eftir ríkisumboðsmanni

Søkja nú eftir ríkisumboðsmanni
Søkt verður nú eftir ríkisumboðsmanni fyri Dan M. Knudsen, sum hevur verið ríkisumboðsmaður í níggju ár
 
15.05.2017 - 15:08

Nýggi ríkisumboðsmaðurin skal taka við starvinum 1. august. Á skrivstovuni hjá ríkisumboðnum starvast 12 fólk, av teimum eru fýra løgfrøðingar.

Í lýsingini verður nevnt, at føroyskir myndugleikar ætla at yvirtaka persóns- og familjurættarøkið. Tá tað er gjørt, verða starvsfólk flutt av ríkisumboðnum til føroyska myndugleikan.

Lønin umleið 700.000 um árið

Umsøkjarar skulu hava kunnleika til samspælið millum politisku og umsitingarligu skipanina og kunnleika til føroysk viðurskifti og føroyska málið, stendur í lýsingini.

Lønin er í løtuni er góðar 56.500 krónur um mánaðin. Er tann, sum settur verður, tænastumaður frammanundan, heldur viðkomandi fram sum tænastumaður.

Tá verður eisini latið eitt serligt lønarískoyti, sum er góðar 38.200 krónur um árið. Freistin, at søkja starvið sum ríkisumboðsmaður í Føroyum, er 2. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709