Trygdin í Mjørkadali óbroytt

Trygdin í Mjørkadali óbroytt
Kriminalforsorgin í Føroyum bíðar eftir svari úr Danmark áðrenn støða kann takast til um trygdin í Arresthúsinum skal broytast
Einki er broytt viðvíkjandi trygdini í arrestini í Mjørkadali fyribils, meðan bíðað verður eftir viðmerkingum frá trygdardeildini hjá direktoratinum fyri Kriminalforsorgina í Danmark
 
16.05.2017 - 10:31

Einki er broytt viðvíkjandi trygdini í arrestini í Mjørkadali fyribils, meðan bíðað verður eftir viðmerkingum frá trygdardeildini hjá direktoratinum fyri Kriminalforsorgina í Danmark. 

Kriminalforsorgin í Føroyum hevur sent direktoratinum frágreiðing um hendingina, tá ein fangi fyri sløkum mánað síðani flýggjaði úr arrestini. 

Tað var 19. apríl, at ein maður, sum sat í arrestini í Mjørkadali, fór út í eina bingju við ruski. Eingi starvsfólk vóru við honum, og hann gjørdi sær dælt av støðuni og rýmdi upp um stikið. Maðurin varð tó handtikin dagin eftir. 

SÍ EISINI Ikki nóg gott at vera í geglinum í Mjørkadali

Direktoratið fer annaðhvørt at koma við tilmæli um broytingar í reglunum fyri arrestina í Mjørkadali, ella eru tey nøgd við trygdina, sigur Elkin Klettheyggj, leiðari fyri Kriminalforsorgini í Føroyum.

- At fangar sleppa út við einum ruskposa, er ikki brot á trygdina í arrestini, segði hon við útvarpið, dagin eftir hendingina.

Tá svar kemur frá Direktoratinum í Danmark, fara Kriminalforsorgin í Føroyum og leiðslan í varðhaldinum í Mjørkadali at taka støðu til, um nakað skal broytast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112