Minni av norðhavssild við Føroyar

Minni av norðhavssild við Føroyar
Magnus Heinason hevur gjørt silda- og svartkjaftakanningar norðan fyri Føroyar
 
19.05.2017 - 08:07

Nakað minni er av norðhavssild, enn seinastu trý árini norðan fyri Føroyar.

Serliga í syðra parti av kanningarøkinum og eystur móti markinum var minni at síggja í ár. 

Hinvegin var nakað meira av svartkjafti skrásett enn undanfarin ár.

Magnus Heinason kom mánadagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar, skrivar Havstovan.

Bæði stór og smá sild

Sum undanfarnu árini, er sildin sum heild stór, men í ár var eisini smærri sild fingin á nøkrum støðum. 

Mestsum einki av ársgomlum svartkjafti var at síggja. 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar. 

Føroyar eru saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini gera framvegis kanningar norðan fyri Føroyum.

Ein meting av øllum sildastovninum verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum skipunum verða tøk, sigur Havstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598