- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarafundur um dokkhøll
Borgarafundur verður á Skála týskvøldið um málið. Á fundinum fer MEST at sýna fram, hvussu ætlaða útbyggingin av skipasmiðjuni fer at taka seg út, og møguleikar vera at gera viðmerkingar til framløguna.
Ongin niðurstøða verður tó gjørd, tí ætlanin er at leggja málið fyri almenningin at gera skrivligar viðmerkingar til í seks vikur. Síðani fara landsmyndugleikarnir aftur at viðgera málið saman við møguligum viðmerkingum ella kærum.
Í fyrstu atløgu var málið sent landsmyndugleikunum við umbøn um at broyta viðurskiftini soleiðis, at ongar avmarkingar skuldu verða fyri, hvussu høg høllin kundi vera.
SÍ EISINI Byggja 50 metrar høgan bygning
Men tað vildi Heilsu- og innlendismálaráðið ikki eftirlíka. Ráðið svaraði, at ein 50 metra høg høll er nærindis íbúðarøki er so stórt inntriv, at tað má lýsast væl og virðiliga fyri borgarunum.
Heilsu- og innlendismálaráðið mælti til, at verður bygt hægri enn 15 metrar, má serstøk byggisamtykt gerast. Hetta samtykti Runavíkar býráð eisini 23. februar.
Býráðið hevði fund aftur um málið á Skála tann 27. apríl, og har varð samtykt at hava borgarafund á Skála 23. mai, sum er í morgin. Fundurin verður í ítróttarhøllini týskvøldið klokkan 19.