Lógirnar ikki broyttar fyribils

Lógirnar ikki broyttar fyribils
Hóast persóns-, húsfólka- og arvarætturin verða yvirtiknir á ólavsøku næsta ár, verða lógirnar í Føroyum framvegis danskar eina tíð enn
Donskur lógirnar í persóns-, húsfólka- og arvarætti verða framvegis galdandi eina tíð, hóast Løgtingið hevur samtykt at yvirtaka økið
 
22.05.2017 - 08:46

Løgtingið hevur samtykt at yvirtaka millum annað foreldramyndugleikan og samveru millum foreldur og børn, hjúnaband og hjúnaskilnað, ættleiðing og arv.

Samanumtikið er talan um lógirnar um familjur og rætt teirra. Lógirnar eru danskar, og Ríkisumboðið umsitur tær í Føroyum.

Kostar 10 milliónir um árið

Hóast yvirtøkan er samtykt í Løgtinginum, verða allar lógirnar ikki føroyskar eftir einum degi. Donsku lógirnar verða framvegis galdandi, til føroyskar lógir so við og við avloysa tær.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendisalum, sigur, at hon ætlar fyrst at gera lógina um foreldramyndugleika og samveru.

Føroyar skulu yvirtaka 15 lógir og 12 millumtjóða sáttmálar og avtalur. Yvirtøkan er mett at kosta 10,3 milliónir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947