Kirkjugarðurin blivin ov lítil

Kirkjugarðurin blivin ov lítil
Neyðugt er at útbyggja kirkjugarðin í Havn, og arbeiðið skal byrja i ár. Bara 200 gravstøð eru eftir í kirkjugarðinum
Kirkjugarðurin í Havn má útbyggjast, bara 200 gravstøð eru eftir. Arbeiðið at útbyggja kirkjugarðin verður boðið út í innbodna lisitatión
 
26.05.2017 - 12:29

Okkurt um 140 jarðarferðir eru í Havn um árið. Kirkjugarðurin verður víðkaður 33.000 fermetrar millum Glyvursveg, Vegin í Vika og Sandá.

Í fyrstu atløgu koma 11.000 fermetrar afturat um hálvt annað ár. Í tí vera 1234 gravir. Bygt verður út í fýra stigum.

Fleiri bilpláss skulu eisini gerast. 100 bilpláss vera í fyrsta umfari. Útbyggingin er mett at kosta millum 23 og 25 milliónir krónur.

Tey, sum leiga traðir frá kommununi, missa tær, nú kirkjugarðurin skal úbyggjast. 3,8 milliónir krónur verða játtaðar í ár og fýra milliónir um árið, árini 2018 til 2023.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567