Leif Abrahamsen er farin í farloyvi

Leif Abrahamsen er farin í farloyvi
Nú Leif Abrahamsen fer í farloyvi, hevur hann verið stjóri á Gjaldsstovuni í 25 ár.
 
29.05.2017 - 19:44

Hann verður í farloyvi í eitt ár. Hesa tíðina verður Durita Tausen stjóri á Gjaldsstovuni.

Leif Abrahamsen sigur við Kringvarpið, at eingin ósemja býr undir avgerðini um at fara í farloyvi, nú hann fer at taka sær av løttum næstu tíðina.

Í fjørheyst varð Leif Abrahamsen skiftur út sum formaður í Føroyagrunninum, ein uppgáva, sum hann hevði havt um hendi í 25 ár. Hann er tó framvegis formaður í JFK Troli og nevndarlimur í JFK.

Leif Abrahamsen er í farloyvi til og við 31. mai næsta ár. 1. juni 2018 fer hann aftur í stjórastarvi á Gjaldsstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158