Grindadráp orsøk til herverk

Grindadráp orsøk til herverk
Grindadrápið í Føroyum er eftir øllum at døma atvoldin til herverk á standmyndina av havfrúnni á Longulinju í Keypmannahavn í nátt
Herverk er í nátt gjørt á standmyndina av havfrúnni á Longulinju. Grindadrápið er helst orsøkin til herverkið
Mynd: DR  
 
30.05.2017 - 08:54

Havfrúgvin er málað reyð, og framman fyri hana er skrivað við reyðum teksti: "Denmark defend the whales of Faroe Islands," tað er Danmark, verj hvalirnar við Føroyar.

Vaktandi hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur við Jyllands-Postin, at herverkið helst er framt í nátt, og endamálið er politiskt. Sambært vakthavandi var tað Ekstrablaðið, sum meldaði herverkið.

Greinin heldur fram niðanfyri

Soleiðis sær havfrúgvin á Longulinju út í morgun eftir at herverk í nátt er framt (Mynd: DR)

Hetta er ikki fyrstu ferð, at herverk er framt á havfrúnna á Longulinju. Tvær ferðir er høvdið sagað av, tað var í 1964 og í 1998, og í 1984 var armurin sagaður av.

Men tað er ikki fyrstu ferð, at máling er stoytt á havfrúnna. Standmyndin av havfrúnni varð gjørd í 1913, og bryggjarin, Carl Jacobsen, læt Keypmannahavn hana sum gávu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037