Landsbókasavnið fær nýggjan stjóra

Landsbókasavnið fær nýggjan stjóra
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett Anniku Smith sum stjóra á Landsbókasavninum
Annika Smith (innsett í myndini) er sett sum stjóri á Landsbókasavninum
Mynd: Samansettar myndir/kvf.fo  
 
30.05.2017 - 10:32

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Anniku Smith í starvið sum stjóri á Føroya Landsbókasavni frá 1. august 2017, boðar Mentamálaráðið frá.

Annika Smith er 53 ára gomul og er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole í 1996 og cand.scient.bibl. frá Københavns Universitet í 2016.

Annika Smith hevur starvast á Býarbókasavninum og síðani á Landsbókasavninum. Síðstu fimm árini hevur hon verið 1. bókavørður á Landsbókasavninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688