Norðhavið selt til Vágs

Norðhavið selt til Vágs
Ocean Group Faroes hevur keypt skipið fyri góðar 40 milliónir kr.
 
31.05.2017 - 17:51

Ocean Group Faroes í Vági hevur keypt Norðhavið úr Kollafirði at fiska burtur av felags svartkjaftakvotuni.

Skipið er keypt fyri 40,5 mió.kr.

Northwest Pelagic í Kollafirði átti Norðhavið, sum fyrr kallaðist Atlantsfarið, tá skipið var skrásett í Miðvági.

Northwest Pelagic í Kollafirði fekk ikki veiðiloyvi, tí eigaraviðurskiftini vóru ikki í lagi, sambært Fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið sigur, at føroyingar høvdu ikki ræðið á skipinum. - Northwest Pelagic leyk ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt.

Ocean Group Faroes hevði veiðiloyvi, sum nú er flutt til Norðhavið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334