Prestarnir fáa skjótt tænastuboð

Prestarnir fáa skjótt tænastuboð
Prestarnir í Føroyum fáa tænastuboð frá bispi tá broytingarnar í hjúnabandslógini eru komnar í gildi
Ikki fyrr enn broytingarnar í hjúnabandslógini eru lýstar og komnar í gildi fáa prestarnir tænastuboð frá biskupi um, hvussu teir skulu fara fram, nú Løgtingið hevur samtykt at broyta hjúnabandslógina
 
31.05.2017 - 12:20

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Prestarnir hava ikki enn fingið tænastuboð frá biskupi um, hvussu teir skulu fara fram, nú broytingin í hjúnabandslógini er samtykt í Løgtinginum.

Men tænastuboðini verða send prestunum so skjótt sum broytingarnar eru lýstar og komnar í gildi. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Boðini eru skrivað, og so skjótt sum lógin er lýst, so verða tey send út.

SÍ EISINI Bispur og prestar eru ósamdir um hjúnabandslógina

Prestarnir hava kortini fingið boð frá biskupi um, at teir ikki eiga at lova ov nógv, sum teir ikki kunnu halda, tá lógin er lýst, sigur hann.

Jógvan Fríðriksson vil ikki avdúka hvat fer at standa í tænastuboðunum, men hann leggur aftrat, at tey verða almenn tá prestarnir hava fingið boðini.

Tað ljóðaði annars í Løgtinginum undir viðgerðini av hjúnabandslógini í gjár, at biskupur longu hevði sent prestunum tænastuboð.

SÍ EISINI Løgfrøðin skal fyrst uppá pláss

Tað er ikki rætt, tað verður ikki fyrr enn broytingarnar eru lýstar, sigur biskupur. Eftir samtyktina í gjár, skal Aksel V. Johannesen, løgmaður fyrst lýsa broytingarnar í Føroyum, sum Løgtingið samtykti.

Síðani skulu broytingarnar sendast danska ráðharranum, sum eisini skal lýsa broytingarnar í Danmark. Ikki fyrr enn tað er gjørt, koma broytingarnar í gildi.

Hvussu langa tíð tað fer at taka, er ikki greitt, men helst einar tveir mánaðir.

SÍ EISINI Hjúnabandslógin er eitt sera prinsipielt mál

Jógvan Fríðriksson, biskupur sigur, at hann í morgun hevur sent Mentamálaráðnum ein fyrispurning um síni rættindi og hvørjar heimildir hann hevur sum biskupur.

Jógvan Fríðriksson hevur biðið um svar uppá fyrispurningin, áðrenn broytingarnar í hjúnabandslógini koma í gildi.

Kirkjan hevur ætlanir um at skipa fyri aðalorðaskifti um støðuna í kirkjuni. Tað fer væntandi at taka eini tvey ár, og ein niðurstøða verður eftir ætlan greið á vári í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040