Nýggjar útstykkingar á Strondum

Nýggjar útstykkingar á Strondum
Sjóvar kommuna hevur gjørt tvær útstykkingarætlanir
 
01.06.2017 - 08:13

Til ber nú at skriva seg upp til nýggja útstykking í Sjóvar kommunu. Sjóvar kommuna hevur gjørt tvær útstykkingarætlanir.

Eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum, og er nú møguleiki til at seta seg upp á tilmeldingarlista, skrivar kommunan á heimasíðuni.  

Tilmeldingarlistin skal eisini nýtast sum vegleiðing, so kommunan lættari kann taka støðu til, hvussu nógv grundstykkir verða gjørd í fyrsta umfari.

Fyrsta tilmeldingarskeið er frá 1. juni til 1. juli 2017.  Eftir 1. august verður lutakast um raðfylgjuna á listanum.

Tá ið útstykkingin er endaliga góðkend og projekterað, verður møguleiki at velja sær stykki vísandi til raðfylgjuna, sigur kommunan. Treytir eru tó fyri at sleppa á listan, millum annað, at tú skal vera 18 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809