Ferðslan darvað í eitt hálvt ár

Ferðslan darvað í eitt hálvt ár
Vatnleiðing skal gerast gjøgnum tunnilin til eina nýggja smoltstøð
Ferðslan í Kunoyartunlinum verður avmarkað næsta hálva árið. Vatnleiðing skal gerast gjøgnum tunnilin til nýggja smoltstøð hjá Bakkafrosti á Malunum á Borðoynni
 
06.06.2017 - 16:10

Ferðslan í Kunoyartunlinum verður avmarkað næsta hálva árið. Vatnleiðing skal gerast gjøgnum tunnilin til nýggja smoltstøð hjá Bakkafrosti á Malunum á Borðoynni.

Frammanundan er Landsverk longu í ferð við at tryggja tunnilin fyri leyst grót. Tð arbeiðið hevur verið í gongd síðan 2013, og hevur merkt, at tunnilin av og á er stongdur orsakað av arbeiði inni í tunlinum.

Borgarafundur var í bygdarhúsinum í Kunoy 24. mai. Har kom millum annað fram, at Klaksvíkar kommuna og J&K Petersen høvdu ætlanir um at steingja tunnilin alt døgnið frá 4. juli til desember mánað, men ikki fyri íbúgvar Kunoyar bygd.

Stongdur frá 22-6

Ætlanin var, at fólk í Kunoy skuldu fáa eitt pass útflýggjað fyri at koma aftur og fram til egnan bústað. Men borgararnir noyðast ikki at stúra fyri hesum, sigur Sóleyð Klettskarð í Konggstovu, borgarstjóri í Kunoyar kommunu.

Ætlanin er í staðin, at tunnilin bara verður stongdur millum klokkan 22 á kvøldi og 6 á morgni. Áirnar á vestursíðuni á Kunoynni skulu brúkast til nýggju smoltstøðina.

Henda loysnin er úrslit av einari avtalu millum Klaksvíkar kommunu og Kunoyar kommunu. Júst hvat Kunoyar kommuna fær burtur úr avtaluni er ógreitt, og tað vildi borgarstjórin ikki gera viðmerkingar til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666