Uppskot farið til hoyringar

Uppskot farið til hoyringar
Fíggjarmálaráðið hevur nú boðað frá við kunngerð, at parturin í lógini um Landsbankan um føroyska váðaráðið, verður settur í gildi 1. juli sum ætlað
 
06.06.2017 - 09:08

Uppskotið um kunngerðina er nú til hoyringar. Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur.

Føroya váðaráð fer at lata Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitinum ella landsstýrinum tilmæli og ávaringar. Landsstýrið kann brúka tilmæli frá Váðaráðnum til at gera uppskot um lógir ella lógarbroytingar.

Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikoråd, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Í Váðaráðnum vera fimm fólk og fimm varafólk. Stjórin í Landsbankanum verður formaður ella forkvinna í ráðnum. Landsbankin, Búskaparráðið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum koma við tilmælum um fólk í Váðaráðið. Løgmaður velur síðani Váðaráðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751