Umstøðurnar á strandfaraskipum ikki góðar

Umstøðurnar á strandfaraskipum ikki góðar
Felagið Knud E. Hansen í Danmark hevur gjørt eina frágreiðing til Strandfaraskip landins um støðuna hjá skipunum
Ternan fær próvtal 15 frá Knud E. Hansen
 
10.06.2017 - 15:08

Umstøðurnar hjá ferðafólki og manning eru sjáldan tíðarhóskandi á skipum, sum eru farin upp um 25 ár.

Miðalaldurin hjá skipunum hjá Strandfaraskipum landsins er 30 ár. 

Felagið Knud E. Hansen í Danmark hevur gjørt eina frágreiðing til Strandfaraskip landins um støðuna hjá skipunum.

Skipini hava fingið próvtøl. 25 er hægsta talið. Smyril hevur 24 og Teistin 20.

Síðani er støðan ikki so góð, Ternan hevur 15 stig, Sam og Ritan hava 10 stig, og Sildberin fær bara sjey stig. 

Skoytt verður tó uppí, at truplu umstøðurnar við lendingarnar í Svínoynni, Fugloynni og Skúgvoynni hava stóra ávirkan á tølini hjá Rituni og hjá Sildberanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751