Kæra væntandi kommununa

Kæra væntandi kommununa
Borgarafundur skal taka støðu til, um Tórshavnar kommuna skal kærast fyri at bróta sáttmála um samanlegging, tá Havnin og Kaldbak løgdu saman
 
12.06.2017 - 09:04

Tórshavnar kommuna verður væntandi kærd til Kommunala eftirlitið fyri at bróta sáttmálan um samanlegging, sum varð gjørdur, tá Kaldbak og Havnin løgdu saman. Almennur borgarafundur um grótið á Sundi verður í skúlanum í Kaldbak í kvøld klokkan 19:00.

Á fundinum verður kunnað um samskiftið og um fund við Tórshavnar býráð. Fundurin skal eisini taka støðu til, um Tórshavnar kommuna skal kærast til Kommunala eftirlitið.

Fyrireikararnir siga, at orsøkin til uppskotið um kæru er tann, at eftir samanleggingarsáttmálanum, tá Kaldbak kom upp í Tórshavnar kommunu, skal Kaldbaksnevndin umrøða og gera tilmæli um øll mál, sum hava við Kaldbak at gera. 

Málið um at broyta byggisamtyktina og leggja vinnuøki við Kaldbaksfjørð varð ikki lagt fyri Kaldbaksnevndina. Uppskot er eisini um at velja nevnd at fyrireika og gera uppskot um viðtøkur fyri eitt áhugafelag fyri bygdirnar Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604