Einki lógarkrav um regluliga brunaumsjón

Einki lógarkrav um regluliga brunaumsjón
Í lógini stendur ikki skal, men at brunaeftirlitið kann gera kanningar, tá bygningur er liðugt bygdur
 
14.06.2017 - 14:48

Lítið skil er á yvirskipaðu brunaumsjónini í Føroyum. Tað er eldsbrunin á Varðanum Pelagic ein áminning um, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Sum nú er hava kommunur lutvísa ábyrgd, og Brunaeftirlitið umsitir bara ein part av lóggávuni. Tað er heldur ikki greitt, hvørjir bygningar verða lýstir sum serliga eldfimir. Tvøroyrar Kommuna hevði ábyrgd av at siga brunaeftirlitinum, um Varðin Pelagic skuldi lýsast sum serliga eldfimur bygningur, men Brunaeftirlitið fekk onga slíka fráboðan.

Ein høvuðstrupulleiki við lógini er, at hon ikki krevur av brunaeftirlitinum, at regluligar brunaumsjónir skulu gerast. Tá bygt verður, hevur landsmyndugleikin onga skyldu at hava brunaeftirlit, og tá ið bygningar eru lidnir, stendur bara í lógini, at brunaeftirlitið kann gera brunaumsjónir, uttan so at kommunan lýsir bygningin at vera serliga eldhættisligan.

Fuglfirðingar viðgera tilbúgvingina

Skelkurin av stóra eldsbrunanum á Tvøroyri í síðstu viku røkkur norður um fjørð - eisini til Fuglafjarðar, har nógvur ídnaður er, eisini í bygdum øki. Fundur um tilbúgvingina har verður í næstu viku.

Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at ídnaðarvirkini í Fuglafirði lúka kravdar treytir um brunatrygd og goymslu av vandamiklum evnum, men hann viðurkennir, at kommunan eisini hevur eina ábyrgd at vera so væl fyrireikað sum gjørligt, um tað ringasta skuldi hent, og tørvur er at flyta borgarar burtur úr býnum. Hetta er eisini nakað, sum brandmeistarin hevur víst á, sigur hann

Borgarstjórin í Fuglafirði frøist um nýggju byggikunngerðina, sum kom í januar mánað, og sigur, at hon vónandi fer at gera tað greiðari, hvør í roynd og veru hevur ábyrgd av hvørjum.

Á Varðanum Pelagic sigur stjórin, at størri atlit til eld skulu takast, tá virkið á Tvøroyri skal byggjast uppaftur. Neyðugt er eisini at meta um tilbúgvingarstøðuna í Suðuroynni, sigur Bogi Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329